Málslig ráðgeving

Orðatøk og orðafelli

Orðatøkini niðanfyri eru fyri tað mesta savnað úr Føroyskari orðabók (Móðurmálsorðabókini) frá 1998 og danskari-føroyskari orðabók frá 1995, báðar frá Føroya fróðskaparfelag.

Orðatøk og orðafelli

Tá ið armur kropnast, tá muður opnast.
Tá ið maður ger, sum hann vil, ger hann, sum hann er til.
Tá ið ravnurin legst í fjøruna, veit hann sær lítið.
Tá ið tann skitni ber vitni, er illa vorðið.
Tá ið tvey ynnast, tey væl finnast.
Tá ið vesalamaður fær vald, kann hann sær ikki afturhald.
Tá ið ølið fer inn, fer vitið út.
Tá veit hin svarti sær lítið, tá ið hann legst í fjøruna.
Tann sum tíðum rør út, hann fiskar umsíðir.
Tann, ið Gud vil fløva, batar ongum at køva.
Tann, sum er úti stongdur, er inni gloymdur.
Tann, sum fær barnið, fær skarnið.
Tann, sum ikki etur seg mettan, sleikir seg ikki mettan.
Tað bata eingi føgur orð við slættibøku.
Tað bata so lítið føgur orð við brugdu.
Tað blíðkar fyri hugaðum monnum.
Tað er átari, ið ger mun á eggi.
Tað er betri at spara á kjaftinum enn á botninum.
Tað er eisini eitil í válgara.
Tað er gott at hava tógva sveinar, tá ið annar er úti, er annar heima.
Tað er ikki altíð, matbruður stendur opin.
Tað er ikki hvør dagur bakudagur.
Tað er ikki hvørt orð, tú skalt svara til, og ikki hvørt gildi, tú skalt fara til.
Tað er ikki oftari enn so, at Páll fær røtur.
Tað er ikki svínum líkt, ið er sínum líkt.
Tað er mangur leikur í longum talvi.
Tað er mætari fuglur veiddur enn kráka.
Tað er ringur fuglur, ið drítur í egið reiður.
Tað er tvætt í hvørjari ætt.
Tað er vamm á hvørjum góðgripi.
Tað grør ikki undir tí steini, sum altíð verður rassaður.
Tað hanga ikki allir lyklar við eitt konubelti.
Tað lívir ikki meira enn Ísland lívir Føroyum.
Tað livir longst, ið øllum er leiðast.
Tað skal meira til hestin enn bokslið.
Tað skjýtst ikki alt, ið upp rennur.
Tað verður ikki alt fleytir, ið tyril kemur í.
Tað, ið illa er yrkt, verður illa kvøðið.
Tað, ið ungur nemur, hann gamal fremur.
Tað, sum eygað ikki sær og oyrað ikki hoyrir, tað virkir ikki hjartað.
Tað, sum heima er alið, er burtur galið.
Teir byggja land, ið liva.
Tey mugu gjalda, sum ikki valda.
Tí er ikki sætið rótt, at komin er á banasótt.
Tí er kallur kollutur, tí hann er ofta hárruskaður.
Tiga skal millum tveggja vina.
Tíðliga skal krøkjast, ið góður krókur skal verða.
Tjóvur trýr, at hvør maður stjelur.
Tolin trívst og treiskin vinnur.
Tráður lívir trevli.
Trøllabørnini gráta eftir hvonnum á jólum.
Tung er takkarleys gerð.
Tungt er at hoyra lús hosta og loppu goyggja.
Tungt er gamla manna fall.
Tungur er tigandi róður.
Tunn eru móður oyra.
Turvin býður mangt.
Tveir harðir steinar mala ikki væl.
Tvey eru eyguni og triði er muðurin.
Tyngst slitin er søtasti bitin.
Tøgn kemur ikki á ting.