Málslig ráðgeving

Málslig ráðgeving

Málslig ráðgeving er eitt av okkara aðalmálum, og svarini frá okkum eru altíð grundað á gransking.

Tørvar tær málsliga ráðgeving?

Vit fegnast, hvørja ferð vit fáa ein fyrispurning um føroyskt mál. Hesin áhugin er tekin um, at onnur, eins og vit, vilja menna og varðveita okkara móðurmál. 

Vit ómaka okkum at svara øllum spurningum, men í summum førum finnur tú longu svarið á hesi heimasíðu. Hevur tú lúrt í Stavsetingarorðabókina? Har sært tú, hvussu 65.000 føroysk orð verða stavað og bend. Og hevur tú leitað í okkara málsliga tilfari? Har finnur tú orðalistar við nýggjum orðum umframt eina rúgvu av hentari vitan.

Hví tørvar tær málsliga ráðgeving? Er hetta av forvitni ella í sambandi við skúla/arbeiði ella av eini aðrari orsøk?
Lýs spurningin so greitt, sum til ber, og kom endiliga við einum dømi um nýtslu.