Málslig ráðgeving

Orðatøk og orðafelli

Orðatøkini niðanfyri eru fyri tað mesta savnað úr Føroyskari orðabók (Móðurmálsorðabókini) frá 1998 og danskari-føroyskari orðabók frá 1995, báðar frá Føroya fróðskaparfelag.

Orðatøk og orðafelli

Hann doyr ikki, ið dýrt keypir.
Hann eigur ferðina, ið fyri ríður.
Hann eigur reiðina, ið fyri ríður.
Hann er ikki óður, ið ilt ræðist.
Hann er ikki ræddur, ið ilt ræðist.
Hann er ikki so haltur, sum hann hinkar.
Hann er ikki so ræddur sum illa klæddur.
Hann fellur, ið feigur er.
Hann fiskar, ið heim rør.
Hann fær byr, ið bíðar, og havn, ið rør.
Hann grætur ikki eftir gulli, ið ikki hevur sæð tað.
Hann missir ikki, ið fyrst fær.
Hann tekur at sær, ið sekaður er.
Hann verður ikki fiskaður við ongum agni.
Hann, á morgni rýtur, á kvøldi drítur.
Hann, ið einki vágar, hann einki vinnur.
Hann, ið er sekur, inn at sær tekur.
Hann, ið fer reinur til vás, fer ofta skitin til stás.
Hann, ið fer uppskrýddur í flór, fer onkuntíð skitin í kór.
Hann, ið nógvum skal bjóða, má hava mikið at sjóða.
Hann, sum býr millum úlvar, má ýla við teimum.
Hansara kvørn melur ikki altíð hveiti.
Har sum ein skriðan er lopin, er onnur væntandi.
Har sum tú ert ikki sjálvur, ert tú ikki meiri enn hálvur.
Har var hond happi hollari.
Hatta er ikki hveiti á hansara kvørn.
Heilt er nýtt sár.
Heima alin er burtur galin.
Her er sama tógvið á snælduni.
Hin ríki traðkar skógvarnar á hol, men hin fátæki kagar teir á hol.
Hundar reka annans ørindi.
Hundur veit húsbóndans vilja.
Hundurin er sum húsbóndin.
Hvat skal heiðin hundur á kirkjugrund?
Hvat skal hveiti í hunds búk?
Hvønndagsskrúðir eru ikki hátíðisprúðar.
Hvør er sínum knúti kunnigastur.
Hvør fuglur letur við sínum nevi.
Hvør kelling livir til jóla.
Hvør rakar brandin at sínari køku.
Høgt er heimakeyp.
Høgt kall gevur høgt fall.