Málslig ráðgeving

Orðatøk og orðafelli

Orðatøkini niðanfyri eru fyri tað mesta savnað úr Føroyskari orðabók (Móðurmálsorðabókini) frá 1998 og danskari-føroyskari orðabók frá 1995, báðar frá Føroya fróðskaparfelag.

Orðatøk og orðafelli

Eftir látur kemur grátur.
Eina ferð lúgvast kúgv í mýri.
Einar eru seinar hendur.
Eingin biskupur er ovlærdur og eingin skúladrongur ovbardur.
Eingin fer so við eikini, at hon ikki flýtur.
Eingin fer so við trænum, at tað ikki flýtur.
Eingin kann allar dyr at goyma.
Eingin kann allar gáttir røkja.
Eingin kennir mannin longri enn at tonnunum.
Eingin kennir mein í annans bein.
Eingin kvøður betur, enn hann kann.
Eingin metir einbýli við tað, tað er vert.
Eingin setur inn á einum streymtanga.
Eingin skal kanna sær bitan, fyrr enn hann er svølgdur.
Eingin toyggir seg longri, enn armarnir røkka.
Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir.
Eingin veit av søtum at siga, fyrr enn hann á beiskum bítur.
Eingin veit, hvar feigur flakkar.
Einki er so balt, at tað verður ikki eina ferð alt.
Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.
Eitil er í øllum feitum.
Eitt brákar, annað brýtur.
Eitt eyga er skjótt at bregða.
Eitt fór í horn, annað í sorn.
Eitt lúgvar, annað brýtur.
Eitt løstar, og annað brýtur.
Eitt toyggir, annað slítur og triðja brýtur.
Endurgerð og viðurgerð eru longstir vinir.
Eydnan hjálpir tí reysta.
Eygað er betri enn ársgerðin.
Eymur er maður, ið agn sparir.
Eyðkendur er úlvur í roði.