Málslig ráðgeving

Mangan spurt

Spurningarnir niðanfyri eru grundaðir á veruligar spurningar, sum javnan hava verið settir Málstovuni.

Hvussu skriva vit tøl?

Í føroyskum hava vit tvinni talheiti, tey eldru/norrønu: tríati, fjøruti, fimmti, seksti, sjeyti, áttati og níti, og tey yngru: tretivu, hálvtrýssinstjúgu ella hálvtrýss, trýssinstjúgu ella trýss, hálvfjerðsinstjúgu ella hálvfjerðs, fýrsinstjúgu ella fýrs, hálvfemsinstjúgu ella hálvfems.

 

Tøl undir hundrað verða skrivað í einum orði

20

tjúgu
23 tjúgutrý ella trýogtjúgu
38 tríatiátta ella áttaogtretivu
40 fjøruti
50 fimmti, hálvtrýss ella hálvtrýssinstjúgu
60 seksti, trýss ella trýssinstjúgu
70 sjeyti, hálvfjerðs ella hálvfjerðsinstjúgu
80 áttati, fýrs ella fýrsinstjúgu
90 níti, hálvfems ella hálvfemsinstjúgu


Tøl yvir hundrað verða ikki skrivað í einum orði

245 tvey hundrað og fjørutifimm ella tvey hundrað og fimmogfjøruti


Tal á túsundarum verður markað antin við millumrúmi ella punktumi

3 406 ella 3.406 trý túsund fýra hundrað og seks
487 962 ella 487.962 fýra hundrað og áttatisjey túsund níggju hundrað og sekstitvey ella fýra hundrað og sjeyogfýrs túsund níggju hundrað og tveyogtrýss
808.741.227 ella 808 741 227 átta hundrað og átta milliónir sjey hundrað og fjørutieitt túsund tvey hundrað og tjúgusjey ella átta hundrað og átta milliónir sjey hundrað og einogfjøruti túsund tvey hundrað og sjeyogtjúgu

Millum heilt tal og desimaltal verður sett komma

2,45 tvey komma fýra fimm


Støðubundna talskipanin

  • á túsundapartsplássinum, ein túsundapartur, túsundapartar
  • á hundraðpartsplássinum, ein hundraðpartur, hundraðpartar
  • á tíggjundapartsplássinum, ein tíggjundapartur, tíggjundapartar
  • á eittaraplássinum, ein eittari, eittarar
  • á tíggjaraplássinum, ein tíggjari, tíggjarar
  • á hundraðraplássinum, ein hundraðri, hundraðrar
  • á túsundaraplássinum, ein túsundari, túsundarar

 

Terningakast

  • eittari, tveyari, tríari, fýrari, fimmari, seksari


Spælikort

  • eini eittu(r), tveyu(r), tríu(r), fýru(r), fimmu(r), seksu(r), sjeyu(r), áttu(r), níggju(r), tíggju(r)


Brot

  • eitt hálvt
  • ein triðingur
  • ein fjórðingur
  • ein fimtingur ella ein fimtapartur
  • ein sættingur ella ein sættapartur
  • ein sjeyndingur ella ein sjeyndapartur
  • ein áttingur ella ein áttandapartur
  • ein níggjundaparturein tíggjundapartur
  • ein hundraðpartur
  • ein túsundapartur
  • ein tíggjutúsundapartur
Hvussu kunnu vit vita, um talan er um boðshátt ella hugshátt (ynskishátt)?

Eitt nú við at kanna, um munur er millum eintal og fleirtal. Í boðshátti er munur millum eintal og fleirtal, eisini í talu, t.d. Kom higar og Komið higarHav tað gott og Havið tað gott, men hugsháttur endar altíð við -i, t.d. Hann leingi livi og Teir leingi livi. Eisini verður boðsháttur bert brúktur í 2. persóni og 1. persóni fleirtali, hugsháttur vanliga bert í 3. persóni.

Nær endar boðsháttur við ð?

Boðsháttur endar altíð við -ið í fleirtali, t.d. greiðiðríðið, bíðiðforðiðfariðkomið. Í eintali endar boðsháttur við ð, um stovnurin endar við ð, t.d. greiðríð, tó ikki um tátíð eintal endar við -aði, t.d. bíðaforða, tátíð eintal: bíðaðiforðaði.
Boðsháttur av biðja er bið í eintali og biðið í fleirtali.

Nær eiga vit at brúka vera og nær verða, t.e. nær eigur ver(ð)a at hava ð?

Tá ið tað er natúrligt at seta er inn í staðin fyri var, um vit gera setningin til nútíð, hevur tað ikki ð, men tá ið tað er natúrligt at seta verður inn í staðin fyri varð, um vit gera setningin til nútíð, hevur tað ð, t.d.
Takið var málað grønt : Takið er málað grønt
Takið varð málað grønt : Takið verður málað grønt.
Skriva vit Takið varð málað ella Húsini vórðu málað, fór arbeiðið fram í tíðini, vit skriva um. Skriva vit Takið var málað ella Húsini vóru málað, var arbeiðið longu gjørt frammanundan.
varð/verður sigur frá onkrum, sum fer fram, eini prosess, men var/er sigur frá eini støðu.

Tá ið vit skriva tøl við talstavum

Eitt nú 1960, skoyta vit tá endingar beinleiðis upp í talið, ella hava vit bindistriku ímillum?
Mælt verður til bindistriku, tá ið tøl ella styttingar eru partur í samanseting, t.d. 1960-árini1960-árunumHB-húsið, men burturfalsmerki (apostroff) millum tøl ella styttingar og endingar, t.d. 1960'ini1960'unumHB'ari.

Eigur tað at vera 101 strúkarar ella 101 strúkari? Hvussu eru hasar reglurnar?

Tá ið seinasta talið, vit siga, er 1, er navnorðið í eintali, annars í fleirtali.
Grundgevingin plagar at vera, at vit leggja eitt orð burturúr, t.d. Túsund [næturog ein náttHundrað [strúkararog ein strúkari. Men tað er eisini í samsvari við málkensluna og er tað, fólk vanliga siga. Tað er ikki, fyrr enn vit fara at hugsa um tað – hugsa logiskt, at vit fara at ivast og hava hug at brúka fleirtal, t.d. 101 strúkarar, tí talan er um fleiri strúkarar. Sum nevnt er tað tað seinasta talið, vit siga, sum ger av, um navnorðið er í eintali ella fleirtali. Tað eitur sostatt einogfjøruti bøkur, men fjørutiogein bók. Og talið 2,5 mió. kunnu vit siga: tvær komma fimm milliónir ella tvær og ein hálv millión.

Tá ið vit ynskja fólki at vera vælkomin, eitur tað so Vit ynskja tær vælkomin ella vælkomnum?

Samsvar skal vera millum tær og vælkomin, og tí eiga vit at siga Vit ynskja tær vælkomnum, um vit venda okkum til eitt mannfólk, men Vit ynskja tær vælkomnari, um vit venda okkum til eitt konufólk. Venda vit okkum til fleiri, eigur tað altíð at vera vælkomnum, t.e. Vit ynskja tykkum vælkomnum.

Nær benda vit son-nøvn?

Mælt verður til, at son-nøvn verða bend, tá ið tey eru verulig faðirs- ella móðurnøvn, men ikki um tey eru føst ættarnøvn, t.d.hjá Hera Jákupssyni (ella -soni), um tað er eftir fornavninum á pápanum, men hjá Hera Jákupsson, um øll í familjuni havaJákupsson sum eftirnavn. Tá ið konufólk eita son-nøvn, eru tey altíð føst ættarnøvn og verða ikki bend.
Eftirnøvn við -dóttir eru altíð verulig faðirs- ella móðurnøvn, so tey verða altíð bend.

Hvussu kunnu vit vita, nær dóttir eigur at enda við -ir og nær við -ur?

Tað endar við -ir í hvørfalli og -ur í hinum føllunum. Bera vit saman við kona, endar dóttir við -ir, tá ið vit kunnu seta kona inn í staðin, men við -ur, tá ið vit kunnu seta konu í staðin, t.d. Dóttir hansara segði tað / Kona hansara segði taðEg segði tað við dóttur hansara / Eg segði tað við konu hansara.
Kvennkynsorðini systirmóðirmostir og fastir bendast eins og dóttir í eintali. Og kallkynsorðið bróðir bendist eisini sum dóttir í óbundnum eintali.

Eigur gøta at skrivast fyri seg ella fast í navninum í gøtunøvnum sum Niels Finsens gøta?

Í sambandi við fólkanøvn, sum eru sett saman av fleiri nøvnum, verður gøtavegur o.s.fr. skrivað fyri seg og við lítlum, t.d.Niels Finsens gøta, V.U. Hammershaimbs gøta, men tá ið fólkanavnið er eitt orð, verða orðini skrivað saman, t.d. Eiriksgøta,Tórugøta.

Hví siga eitt nú fjølmiðlafólk ofta fars-telefon, fars-seðil og fars-støð

í staðin fyri far-telefonfar-seðil og far-støð?  Hví so ikki siga fars-leiðfars-vegur og fars-væl heldur enn far-leiðfar-vegur og far-væl?
Í føroyskum verður r avraddað framman fyri óraddað hjáljóð. Tí ljóðar r'ið ymiskt í eitt nú vermóðir og verfaðir – tað fyrra raddað, tí m'ið í -móðir er raddað, og tað seinna óraddað, tí f'ið í -faðir er óraddað. Og rs verður framborið sum óraddað r. Tí hoyra vit ikki mun millum tú gert (av gera) og tú gerst (av gerast), t.d. Hvat gert tú? og Tað gerst ikki við. Og heldur ikki millum fartelefon og farstelefon. Tað er í grundini avraddingin av r'inum, sum ger, um vit hoyra hjáljóðið aftaná sum raddað ella óraddað, t.d. sum t heldur enn d, sum k heldur enn g o.s.fr. Siga vit r'ið raddað í gjørt í t.d. Tað er gjørt, ljóðar tað sum gjørd, og siga vit r'ið raddað í navninum Bjørk, ljóðar tað sum Bjørg. Í talu er munurin millum Bjørk og Bjørg, at r'ið verður framborið ymiskt – í Bjørk óraddað og í Bjørg raddað; k'ið og g'ið verða harafturímóti framborin eins.
Í farleiðfarvegur og farvæl er r'ið raddað, tí l'ið í -leið og v'ið í -vegur og -væl eru raddað. Tí fellur r'ið í teimum orðunum ikki saman við rs.

Hví verður øvugt við hvørt stavað øvut?

Er tað ikki leitt av øvugur, har g er í stovninum? – Kunnu orð sum støðugt so eisini stavast uttan g?
Í føroyskum hava vit avleiðsluendingarnar -ugur og -utur, sum svara til norrønu endingarnar -ugr og -óttr, t.d. norr. stǫðugr, nauðugr > før. støðugurneyðugur og norr. kollóttrflekkóttr > før. kolluturflekkutur. Í før. eru endingarnar falnar saman í framburði í hvør- og hvønnfalli eintali í hvørkikyni: -ugt og -ut til /ut/. Í norr. er orðið ǫvugr, sum ljóðrætt verður øvugur í før., men í dag er tað vanliga orðið í før. øvutur. Vit siga t.d. øvutan veg og tann øvuta verð, neyvan øvugan veg og tann øvuga verð. Í før. er orðið sostatt farið frá endingini -ugur til -utur. Orðið øvugur er kortini eisini til í før., men mest í skrift í dag. Skriva vit øvugt, eiga vit helst eisini at skriva øvugur í hvørf. eint. kallk., øvug í hvørf. eint. kvennk. o.s.fr. Í hvussu er er ikki rætt at skriva t.d. øvugturøvugtan og øvugtum (og øvugt í hvørf. eint. kvennk.). Sostatt eru øvugur og øvutur formliga tvey ymisk orð, sjálvt um tey hava somu merking, og støðugur bendist eins og øvugur. Tað eitur sjálvandi framvegis støðugt í hvørfalli og hvønnfalli eintali hvørkikyni.

Brúka vit øvugur, verður bendingin í kyni, falli og tali:

    kallkyn kvennkyn hvørkikyn
eintal hvørfall øvugur øvug øvugt
  hvønnfall øvugan øvuga øvugt
  hvørjumfall øvugum øvugari øvugum
  hvørsfall øvugs øvugar øvugs
fleirtal

hvørfall

øvugir øvugar øvug
  hvønnfall øvugar øvugar øvug
  hvørjumfall øvugum øvugum øvugum
  hvørsfall øvuga øvuga øvuga
Brúka vit øvutur, verður bendingin henda

 

    kallkyn kvennkyn hvørkikyn
eintal hvørfall øvutur øvut øvut
  hvønnfall øvutan øvuta øvut
  hvørjumfall øvutum øvutari øvutum
  hvørsfall øvuts øvutar/øvutrar øvuts
fleirtal hvørfall øvutir øvutar øvut
  hvønnfall øvutar øvutar øvut
  hvørjumfall øvutum øvutum øvutum
  hvørsfall øvuta/øvutra øvuta/øvutra øvuta/øvutra

 

Hví stendur -g- og -v- eftir í summum samansettum sniðum við skerping:

slógbilur (slógv + bilur), próvtøka (prógv + tøka), men ikki í øðrum: sjómaður (sjógvur + maður)? Hví er stavsetingin ikki gjøgnumførd?
Orð við skerping hava ella g í stovninum í føroyskum, um tey høvdu f ella g í stovninum í norrønum. Hetta v'ið ella g'ið kemur tó bert til sjóndar í formum uttan skerping. Og tað kemur bara til sjóndar, tí vit hoyra ikki, um orðini hava vg ella einki, t.d. prógv – próvnumplógv –  plógnum og tógv – tónum. Orðið prógv kemur av norr. prófplógv av norr. plógr og tógv av norr. . Í norrønum er f sostatt partur av stovninum í próf, og g er partur av stovninum í plógr, og  tað sæst eisini aftur í samansetingum, t.d. plógjarn og prófbréf. Eisini í føroyskum síggjast hesi hjáljóð aftur í samansetingum, t.d. próvtøka, próvgrund, plógross, plógjarn, men tóbúðtósnælda. So sæð úr einum søguligum sjónarhorni er stavsetingin gjøgnumførd í hesum føri.

Nøkur orð við skerping:

 

hvørfall hvørjumfall       samanseting      norrønt
hógvur (á hóvdýrum) hóvnum hóvdýr      hófr
prógv próvnum próvdómari      próf
bógvur bógnum bógbekkur      bógr
plógv plógnum plógmaður      plógr
slógv slógnum slógkassi      *slóg
hógvur (á bønum) hónum hólamb      há
mógvur mónum mólendi      mór
sjógvur sjónum sjófuglur      sjór
skógvur skónum skómakari      skór
tjógv tjónum tjóleggur      þjó
tógv tónum tósnælda      tó

 

Kanst tú greiða frá, nær vit eiga at brúka persónsfornavnið

(hann, hana, tað, teirra; honum, henni, tí, teimum; hansara, hennara, tess, teirra), og nær vit eiga at brúka afturbenda fornavnið (seg; sær; sín, sín(ar)i, sínum)?
Afturbent (refleksivt) fornavn vísir til grundliðin ella til fjaldan grundlið (hvønnfall + navnháttur). Tá ið tað vísir til grundliðin, skuldi tað verið hampiliga greitt:
     Óluva lærdi seg at binda rangt og rætt.
     Óluva lærdi hana at binda rangt og rætt.
Í fyrra setninginum lærir Óluva seg sjálva at binda. Í seinna setninginum lærir hon eina aðra gentu ella konu at binda.
     Óluva vaskaði sær um andlitið .
     Óluva vaskaði henni um andlitið.
Í fyrra setninginum vaskaði Óluva sær sjálvari um andlitið, í seinna setninginum eini aðrari kvinnu ella gentu.
     Óluva hjálpti systur síni.
     Óluva hjálpti systur hennara.
Í fyrra setninginum er talan um systur Óluvu. Í seinna setninginum er talan um systur eina kvinnu, sum ikki er nevnd í setninginum.
Sum nevnt kann afturbent fornavn eisini vísa til hvønnfall. Tað er, tá ið hvønnfall + navnháttur hava virði sum setningur, t.d. Eg bað hana hjálpa mær, har hana hjálpa mær hevur virði sum setningur: 'Hon hjálpir/hjálpti mær'. Í tílíkum førum sæst ikki á sjálvum setninginum, um fornavnið vísir til grundliðin ella hvønnfallið (ávirkið), t.d.
     Karin bað Óluvu læra seg at binda rangt og rætt.
     Karin bað Óluvu vaska sær um andlitið.
     Karin bað Óluvu hjálpa systur síni.
Vanliga er tað tó ikki nakar trupulleiki, tí vit skilja av samanhanginum, hvønn seg/sær/sín vísir til. Tað ber kortini ikki til at brúka persónsfornavnið í staðin, t.d. Karin bað Óluvu vaska henni um andlitið. So vísir tað til eina kvinnu, sum ikki er nevnd í setninginum.

Nær eitur tað í samband við og nær í sambandi við?

Tá ið í stýrir hvønnfalli, eitur tað í samband við..., og tá ið í stýrir hvørjumfalli, eitur tað í sambandi við..., t.d.:
Setið tygum í samband við Apotekið. (hvønnfall)
Skipað verður fyri upplýsing í sambandi við ætlaðu broytingarnar. (hvørjumfall)
Eru vit í iva, kunnu vit spyrja Í hvat samband... ella Í hvørjum sambandi... Er tað natúrligt at spyrja Í hvat samband..., hava vit hvønnfall, og er natúrligt at spyrja Í hvørjum sambandi..., hava vit hvørjumfall, t.d.:
Í hvat samband skal eg seta meg?
Í samband við Apotekið.
Í hvørjum sambandi verður skipað fyri upplýsing?
Í sambandi við ætlaðu broytingarnar.

Hvørjar reglur galda fyri nýtsluna av hvørjum øðrum og hvør øðrum?

Tá ið óbundna fornavnið hvør verður brúkt resiprokt (sínámillumvirkandi) saman við fornavninum annar, samsvarar (kongruerar) tað í falli við grundliðin ella við annar. Í setningunum niðanfyri samsvarar hvør í falli við grundliðin í a-setningunum, men við annar, t.e. ávirkið, í b-setningunum. Í øllum setningunum samsvarar hvør við grundliðin í kyni.

1a.     Teir kenna hvør annan     hvørfall kallkyn
1b.     Teir kenna hvønn annan     hvønnfall kallkyn
2a.     Tær kenna hvør aðra     hvørfall kvennkyn
2b.     Tær kenna hvørja aðra     hvønnfall kvennkyn
3a.     Tey kenna hvørt annað     hvørfall hvørkikyn
3b.     Tey kenna hvørt annað     hvønnfall hvørkikyn
4a.     Teir hjálpa hvør øðrum     hvørfall kallkyn
4b.     Teir hjálpa hvørjum øðrum     hvørjumfall kallkyn
5a.     Tær hjálpa hvør aðrari     hvørfall kvennkyn
5b.     Tær hjálpa hvørj(ar)i aðrari     hvørjumfall kvennkyn
6a.     Tey hjálpa hvørt øðrum     hvørfall hvørkikyn
6b.     Tey hjálpa hvørjum øðrum     hvørjumfall hvørkikyn


Við hvørt síggjast setningar sum Tær kenna hvønn annan og Tey kenna hvønn annan, t.e. at ávirkið er í kallkyni, sjálvt um grundliðurin er í kvennkyni ella hvørkikyni. Í tílíkum førum verður mælt til at varðveita kynssamsvarið, t.e. Tær kenna hvør aðra ella hvørja aðra og Tey kenna hvørt annað.

Í sambandi við fyrisetingar

Í setningunum niðanfyri samsvarar hvør í falli við grundliðin í a-setningunum, men í setningunum 7b, 8b og 9b stýrir við hvønnfalli, og í 10b, 11b og 12b stýrir við hvørjumfalli.

7a. Teir tosa hvør við annan     hvørfall kallkyn
7b. Teir tosa við hvønn annan     hvønnfall kallkyn
8a. Tær tosa hvør við aðra     hvørfall kvennkyn
8b. Tær tosa við hvørja aðra     hvønnfall kvennkyn
9a. Tey tosa hvørt við annað     hvørfall hvørkikyn
9b. Tey tosa við hvørt annað     hvønnfall hvørkikyn
10a. Teir fylgjast hvør við øðrum     hvørfall kallkyn
10b. Teir fylgjast við hvørjum øðrum     hvørjumfall kallkyn
11a. Tær fylgjast hvør við aðrari     hvørfall kvennkyn
11b.     Tær fylgjast við hvørj(ar)i aðrari     hvørjumfall kvennkyn
12a. Tey fylgjast hvørt við øðrum     hvørfall hvørkikyn
12b. Tey fylgjast við hvørjum øðrum     hvørjumfall hvørkikyn


Við hvørt síggjast setningar sum Teir tosa við hvør annan og Teir fylgjast við hvør øðrum. Tílíkum konstruktiónum verður mælt frá, tí fyrisetingar stýra ikki hvørfalli, so heldur Teir tosa hvør við annan ella við hvønn annan og Teir fylgjast hvør við øðrum ella við hvørjum øðrum.