Málslig ráðgeving

Orðatøk og orðafelli

Orðatøkini niðanfyri eru fyri tað mesta savnað úr Føroyskari orðabók (Móðurmálsorðabókini) frá 1998 og danskari-føroyskari orðabók frá 1995, báðar frá Føroya fróðskaparfelag.

Orðatøk og orðafelli

Fara upp á tjólegg og detta niður á langlegg.
Fátt er betri enn á orði havt.
Fátt er sum faðir, einki sum móðir.
Fátt man feigum forða.
Fáur kann eitt barn at eiga.
Fáur leikar so í sjey ár sum í sjey dagar.
Fáur vurðar einbýli tað, ið tað er vert.
Feigdin dregur mannin.
Fingin er fest kona.
Fjálgur er móður andi.
Fót setur eingin fyri annan, uttan fallkomin er sjálvur.
Frá høvdinum skalt tú hvalin skera, og frá kjølinum skalt tú bátin gera.
Fram kemur hann, ið hóvliga fer.
Fremmandur fuglur verður altíð happaður.
Frítt er Eystfelli frá at fara.
Frótt er høvur á fullum maga.
Fult er, áðrenn yvir flýtur.
Fyrr brestur enn bognar.
Fyrr er fult, enn yvir flýtur.
Fyrr trýtur lív enn leistar.
Fyrr trýtur streymur í á, enn kvinnu trótar ráð.