Málslig ráðgeving

Orðatøk og orðafelli

Orðatøkini niðanfyri eru fyri tað mesta savnað úr Føroyskari orðabók (Móðurmálsorðabókini) frá 1998 og danskari-føroyskari orðabók frá 1995, báðar frá Føroya fróðskaparfelag.

Orðatøk og orðafelli

Samt er tógvið á snælduni.
Sannleikin er illa lýddur.
Sárt bítur sekan.
Sárt bítur soltin lús.
Seigar eru gamlar sinar.
Seigur er gamal siður.
Seinar eru einar hendur.
Sekur at sær tekur.
Sit vini tínum nær, men sit ikki av hans lær.
Sjáldan batnar moyggj, ið heiman fer.
Sjáldan er berskakin bestur.
Sjáldan er ein báran støk.
Sjáldan er síðari betri.
Sjáldan er trællur í treytum góður.
Sjáldan gongur roykur av brandi, og ikki eldur er í honum.
Sjáldan hevur góður kvistur sprottið av illum runni.
Sjáldan kemur dúvuungi úr ravnseggi.
Sjáldan kemur eitt óløgi einsamalt.
Sjáldan kemur fluga í feiga manna fat.
Sjáldan rýkur av ongum brandi.
Sjáldan sita heimakonur javnar.
Sjáldan verður forvitin fegin.
Sjálvgjørt er væl gjørt.
Skaði ger mannin klókan, men ikki ríkan.
Skeri eg teg her, so missi eg teg har.
Skjótari bera tveir fuglar í reiður enn ein.
Skjótt bløðir kellingarnøs.
Skjótt er at tippa einar hendur.
Skjótt er óføddum at bæsa.
Skjótt er skitið verk.
Slíkt kann vattarbakið vera sum skølingurin.
Smáir fuglar verpa smá egg.
Snakidagar koma eftir bakidagar.
So argast hvør, sum hann eldist.
So látast bátar sum skip.
So mangt er tykki sum maðurin.
So mætur fuglur er veiddur sum kráka.
Spottið kemur í spottarans hús og brennir spottaran inni.
Sprongd er ikki gongd.
Stevning fellir ongan mann.
Sum byttan so lokið.
Sum maður røkir knívin, so røkir hann vívið.
Sum tú reiðir, skalt tú liggja.
Svartur verður hann, sum við bik fæst.
Sær er hond hollast.
Sær er siður á landi.
Søtt tykist tí svanga.
Søtur er sjálvgivin biti.