Málslig ráðgeving

Orðatøk og orðafelli

Orðatøkini niðanfyri eru fyri tað mesta savnað úr Føroyskari orðabók (Móðurmálsorðabókini) frá 1998 og danskari-føroyskari orðabók frá 1995, báðar frá Føroya fróðskaparfelag.

Orðatøk og orðafelli

Lágt má hann lúta, ið høsnareyv skal kyssa.
Lágt skal hann lúta, ið hundsrassin skal kyssa.
Lán skal koma læandi aftur.
Latur er hann, ið lognina lastar.
Legg lítt til lítt og ger tað títt, so verður tað mikið.
Leingi skal góðum kannast.
Leingi stendur mansevni til bata.
Leti ger einki uttan last.
Leys er kúgv á annans bási.
Lítil byrði er um langan veg tung.
Lítil er barnsins uggi.
Lítil neisti kann birta stóran eld.
Lítið batar at breiða reint lak á skitna song.
Lítið hjálpa góð orð við slættibøku.
Lítið krevur til, at kellingarnev bløðir.
Livandi maður er góður at vænta.
Lóðrið fylgir fóðri.