Málslig ráðgeving

Tungumál

Tungumál (Marius Staksberg)

vallonskt
indoevropeiska málættin, romanska greinin; móðurmál hjá um 1.100.000 fólkum í Belgia (ISO 639-1: wa, ISO 639-2: win)
venda
nigerkongo-málættin; móðurmál hjá slakari 1.000.000 fólkum, harav sløkum 900.000 í Suðurafrika (ISO 639-1: ve, ISO 639-2: ven)
vesturfrísiskt
indoevropeiska málættin, germanska greinin; móðurmál hjá um 700.000 fólkum, meginparturin í Hollandi (ISO 639-1: fy, ISO 639-2: fry)
vjetnamesiskt
avstroasiatiska málættin; móðurmál hjá góðum 67.000.000 fólkum, harav um 66.000.000 í Vjetnam (ISO 639-1: vi, ISO 639-2: vie)
volapúkk
gjørt mál við sjálvstøðugari mállæru, sum tó byggir á indoevropeiska grund; eingin hevur tað sum móðurmál (ISO 639-1: vo, ISO 639-2: vol)