Málslig ráðgeving

Tungumál

Tungumál (Marius Staksberg)

enskt
indoevropeiska málættin, germanska greinin; móðurmál hjá um 310.000.000 fólkum, harav um 210.000.000 í USA, um 55.000.000 í Bretlandi, góðum 17.000.000 í Kanada, um 15.700.000 í Avstralia, sløkum 3.500.000 í Suðurafrika, um 3.200.000 í Nýsælandi og um 2.600.000 í Írlandi (ISO 639-1: en, ISO 639-2: eng)
esperanto
gjørt mál, sum í høvuðsheitum byggir á romansk mál; ætlað sum altjóða samskiftismál, men sagt verður, at tað er móðurmál hjá millum 200 og 2000 fólkum (ISO 639-1: eo, ISO 639-2: epo)
estiskt
uralska málættin, finnougriska greinin; móðurmál hjá góðari 1.000.000 fólkum, harav um 950.000 í Estlandi (ISO 639-1: et, ISO 639-2: est)
eve
nigerkongo-málættin; móðurmál hjá um 3.100.000 fólkum, harav um 2.250.000 í Gana og um 850.000 í Togo (ISO 639-1: ee, ISO 639-2: ewe)
eysturfrísiskt
indoevropeiska málættin, germanska greinin; móðurmál hjá um 11.000 fólkum, meginparturin í Týsklandi (ISO 639-2: frs)