Málslig ráðgeving

Tungumál

Tungumál (Marius Staksberg)

abkasiskt
kavkasiskt mál; móðurmál hjá um 105.000 fólkum, meginparturin í Abkasia í Georgia (ISO 639-1: ab, ISO 639-2: abk)
afar
afroasiatiska málættin; móðurmál hjá um 1.450.000 fólkum, harav slakari 1.000.000 í Etiopia (ISO 639-1: aa, ISO 639-2: aar)
afrikaans
indoevropeiska málættin, germanska greinin; frábrigdi av hollendskum; móðurmál hjá sløkum 6.000.000 fólkum, harav góðum 5.800.000 í Suðurafrika (ISO 639-1: af, ISO 639-2: afr)
aimara
egin málætt, ella møguliga skylt við kesjva; nøkur nær skyld mál í Suðuramerika; móðurmál hjá um 3.000.000 fólkum ella fleiri (ISO 639-1: ay, ISO 639-2: aym)
akan
nigerkongo-málættin; móðurmál hjá um 8.300.000 fólkum í Gana (ISO 639-1: ak, ISO 639-2: aka)
albanskt
indoevropeiska málættin, egin grein; móðurmál hjá um 5.750.000 fólkum, harav um 3.200.000 í Albania og slakari 1.800.000 í Kosovo (ISO 639-1: sq, ISO 639-2: alb/sqi)
amhariskt
afroasiatiska málættin, semitiska greinin; móðurmál hjá góðum 17.400.000 fólkum, meginparturin í Etiopia (ISO 639-1: am, ISO 639-2: amh)
arabiskt
afroasiatiska málættin, semitiska greinin; um 206.000.000 fólk tosa okkurt frábrigdi av arabiskum; hóast standardarabiskt, sum er eitt tillagað frábrigdi av klassiskum arabiskum, er alment mál í arabiskum londum, eru tað vanliga bert fólk við góðari útbúgving, sum duga tað hampiliga væl; Koranin er skrivað á klassiskum arabiskum, sum er átrúnaðarligt mál hjá muslimum (ISO 639-1: ar, ISO 639-2: ara)
aragonskt
indoevropeiska málættin, romanska greinin; móðurmál hjá um 11.000 fólkum í Aragonia í Spania (ISO 639-1: an, ISO 639-2: arg)
armenskt
indoevropeiska málættin, egin grein; móðurmál hjá góðum 6.700.000 fólkum, harav um 3.400.000 í Armenia (ISO 639-1: hy, ISO 639-2: arm/hye)
aserbadjanskt
altaiska málættin; móðurmál hjá góðum 31.000.000 fólkum, harav um 23.500.000 í Iran og um 6.000.000 í Aserbadjan (ISO 639-1: az, ISO 639-2: aze)
assamesiskt
indoevropeiska málættin, indoiranska greinin; móðurmál hjá um 15.400.000 fólkum, meginparturin í India (ISO 639-1: as, ISO 639-2: asm)
avariskt
kavkasiskt mál; móðurmál hjá um 600.000 fólkum, tey flestu í Russlandi (ISO 639-1: av, ISO 639-2: ava)
avestiskt
indoevropeiska málættin, indoiranska greinin; mál í Iran, sum doyði út um 600 f.Kr.; átrúnaðarligt mál í soroastriansku trúnni (ISO 639-1: ae, ISO 639-2: ave)
test av test

okeeropok