Málslig ráðgeving

Tungumál

Tungumál (Marius Staksberg)

japanskt
egin málætt, ella møguliga skylt við koreiskt; móðurmál hjá góðum 120.000.000 fólkum, meginparturin í Japan (ISO 639-1: ja, ISO 639-2: jpn)
javanesiskt
avstronesiska málættin; móðurmál hjá góðum 75.000.000 fólkum, meginparturin í Indonesia (ISO 639-1: jv, ISO 639-2: jav)
jiddiskt
indoevropeiska málættin, germanska greinin; móðurmál hjá góðum 3.000.000 fólkum, harav góðum 200.000 í Ísrael (ISO 639-1: yi, ISO 639-2: yid)
joruba
nigerkongo-málættin; móðurmál hjá sløkum 20.000.000 fólkum, meginparturin í Nigeria (ISO 639-1: yo, ISO 639-2: yor)