Málslig ráðgeving

Tungumál

Tungumál (Marius Staksberg)

laoskt
taikadai-málættin; móðurmál hjá góðum 3.000.000 fólkum, meginparturin í Laos (ISO 639-1: lo, ISO 639-2: lao)
latín
indoevropeiska málættin, italiska greinin, sum romanska greinin er undirgrein av; málið er útdeytt, men tað er átrúnaðarligt mál í katólsku kirkjuni (ISO 639-1: la, ISO 639-2: lat)
lettiskt
indoevropeiska málættin, baltiska greinin; móðurmál hjá um 1.550.000 fólkum, harav um 1.400.000 í Lettlandi (ISO 639-1: lv, ISO 639-2: lav)
limborgst
indoevropeiska málættin, germanska greinin; móðurmál hjá meira enn 1.500.000 fólkum, harav um 900.000 í Hollandi, um 600.000 í Belgia og kanska nøkrum 100.000 í Týsklandi (ISO 639-1: li, ISO 639-2: lim)
lingala
nigerkongo-málættin; móðurmál hjá góðum 2.000.000 fólkum, meginparturin í Kongo (ISO 639-1: ln, ISO 639-2: lin)
litavskt
indoevropeiska málættin, baltiska greinin; móðurmál hjá góðum 3.100.000 fólkum, harav sløkum 3.000.000 í Litava (ISO 639-1: lt, ISO 639-2: lit)
luba-katanga
nigerkongo-málættin; móðurmál hjá um 1.500.000 fólkum í Kongo (ISO 639-1: lu, ISO 639-2: lub)
luksemborgskt
indoevropeiska málættin, germanska greinin; móðurmál hjá sløkum 400.000 fólkum, harav um 300.000 í Luksemborg (ISO 639-1: lb, ISO 639-2: ltz)