Málslig ráðgeving

Tungumál

Tungumál (Marius Staksberg)

farsi
persiskt
fidjioyskt
avstronesiska málættin; móðurmál hjá um 335.000 fólkum, harav um 330.000 í Fidjioyggjunum (ISO 639-1: fj, ISO 639-2: fij)
finskt
uralska málættin, finnougriska greinin; móðurmál hjá góðum 5.200.000 fólkum, harav um 4.700.000 í Finnlandi og um 200.000 í Svøríki (ISO 639-1: fi, ISO 639-2: fin)
flamskt
frábrigdi av hollendskum, sum er móðurmál í Belgia (somu ISO-kotur sum hollendskt)
franskt
indoevropeiska málættin, romanska greinin; móðurmál hjá sløkum 65.000.000 fólkum, harav um 51.000.000 í Fraklandi, um 6.700.000 í Québec í Kanada, um 4.000.000 í Belgia og slakari 1.300.000 í Sveis (ISO 639-1: fr, ISO 639-2: fre/fra)
frísiskt
vesturfrísiskt, eysturfrísiskt og norðurfrísiskt
fula
nigerkongo-málættin; móðurmál hjá 16.000.000 ella fleiri, harav um 7.600.000 í Nigeria (ISO 639-1: ff, ISO 639-2: ful)
føroyskt
indoevropeiska málættin, germanska greinin; móðurmál hjá um 65.000 fólkum, harav um 45.000 í Føroyum og um 15.000 í Danmark (ISO 639-1: fo, ISO 639-2: fao)