Málslig ráðgeving

Oljuorð

Um oljuorðalistan

Hesin oljuorðalisti er ikki útgivin sum bók, men finst bert á netinum.

Orðalistin er úrslit av samstarvi millum fýra partar: FOÍB, t.e. Føroya oljuídnaðarbólkur, Oljumálastýrið, Føroysku málnevndina og Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetri Føroya.

Oljuvinna hevur verið tað stóra samrøðuevnið millum manna tey seinastu árini. Og søgan um, hvussu henda verkætlan við oljuorðalistanum kom í lag, er meira at kalla ein tilvildarlig hending. Formaðurin fyri Føroysku málnevndini var á fundi saman við aðalstjóranum í Oljumálastýrinum um okkurt heilt annað evnið, tá ið prátið fall á olju og oljuvinnu. Hetta var á sumri 2001. Tá spyr aðalstjórin, um tað ikki hevði verið eitt gott hugskot at farið undir at gjørt ein oljuorðalista, tí henda nýggja vinnan – um hon gjørdist verulig vinna – fór at krevja nógv nýggj føroysk orð, tí vit høvdu ikki tey neyðugu orðini: okkum vantaði orð og heiti á nógvum ymsum lutum og fyribrigdum, sum nýtt vórðu á hesum øki. Aðalstjórin visti av royndum, hvussu trupult tað var at orða seg á góðum føroyskum, tá ið skrivast skuldi um oljuvinnuna. Oljuvinnan er sum flestum kunnigt ógvuliga nógv ávirkað av enskari málnýtslu.

Tá ið hetta prátið var í Oljumálastýrinum, vórðu oljufeløgini farin undir at bora, og føroyingar vóru á gosi, tí nú var oljuvinnan knappliga komin okkum heilt nær, og tað var ikki dagur, at fjølmiðlarnir ikki bóru tíðindi um oljuvinnu á føroyskum øki. Málnevndarformaðurin tók sjálvandi undir við hugskotinum um ein oljuorðalista, tí málnevndin hevur eisini sum endamál at menna føroyskt sum yrkismál á so mongum økjum sum gjørligt, tí júst yrkismálið er við til at fullfíggja føroyskt sum samskiftisamboð. Aðalstjórin skuldi á fund við umboð fyri Amerada Hess og FOÍB stutt eftir, og tá skuldi hann royna at fáa FOÍB við í ætlanina. Og har varð tikið væl ímóti verkætlanini. Síðani var fundur millum málnevndarformanin, aðalstjóran í Oljumálastýrinum og  umboð fyri FOÍB, og tá gjørdist tankin til eina veruliga verkætlan, sum byrjaði í oktober og skuldi vera liðug 1. mai 2002. FOÍB og Oljumálastýrið fíggjaðu verkætlanina. Ritstjóri varð settur og ein stýrisbólkur hevur verið ritstjóranum til hjálpar í arbeiðinum við orðalistanum. Ritstjóri var Jóhan Hendrik W. Poulsen, og stýrisbólkin mannaðu Sigurð í Jákupsstovu fyri FOÍB, Herálvur Joensen fyri Oljumálastýrið og Jógvan í Lon Jacobsen fyri málnevndina/Føroyamálsdeildina. Føroyamálsdeildin hevur hýst verkætlanini, og stýrisbólkurin hevur havt sínar fundir á deildini.

Endamálið við listanum er at fáa til vegar føroyskt orðatilfar, soleiðis at tá ið føroyingar tosa og skriva um oljuvinnu og fjølmiðlarnir viðgera hana, skal tað kunna gerast á føroyskum. Eisini verður miðað ímóti at fáa til vegar eina eintýdda málnýtslu á hesum øki frá byrjan og samstundis royna at forða fyri málsligum økismissi á hesum yrkisøki. Eitt ikki minni týdningarmikið endamál er at koma á tal við brúkaran og fáa hansara meiningar um orðatilfarið, og stýrsibólkurin vónar, at fólk fara at nýta henda møguleika at ávirka málnýtsluna og gera vart við sínar hugsanir um málnýtsluna á oljuøkinum. Viðmerkingar kunnu sendast til Málstovuna.

Orðatilfarið í listanum er fingið úr føroyskum bókum og ritum, sum snúgva seg um olju. Ritstjórin hevur orðtikið lógir, kunngerðir, Frágreiðing frá oljuráðleggingarnevnd landsstýrisins og GEM-frágreiðingina. Eisini eru oljuorð úr tøkniorðabókini, sum er í gerð á Føroyamálsdeildini, tikin uppí her. Harumframt er ein stórur partur av oljuorðalistum, sum Phillips Petroleum Company  gav út í 1980, týddur til føroyskt. Til samans eru stívliga 1000 føroysk yrkisorð í listanum, sum er býttur sundur í tveir partar. Annar parturin hevur føroysk leitorð, og annar ensk leitorð. Frá teimum ensku leitorðunum verður víst til tey føroysku orðini, har skilmarkingin stendur. Viðmerkt eru stundum donsk og stundum norsk samdømi. Tey orðini, sum eru týdd úr orðalistanum hjá Phillips, hava ensk og norsk javndømi, meðan orðini úr teimum føroysku keldunum hava donsk samdømi, tikin úr donsku týðingini av frágreiðingini frá oljuráðleggingarnevndini.   

Nú hesin listi verður lagdur út á alnetið, er tað í teirri vón, at almenningurin tekur væl ímóti honum. Hesin listi er ikki at rokna sum nakað endaligt úrslit, men sum ein fyrsta roynd at evna til ein orðalista á hesum øki, og tí er listin sjálvandi merktur av. Hóast listin inniheldur stívliga 1000 leitorð, fer sjálvsagt sum frá líður at verða tørvur á fleiri orðum, og vónandi fara fólk at gera vart við tað og vísa á, hvat vantar og hvat kundi verið øðrvísi og betri. Vit vóna, at heimasíðan verður nógv vitjað, soleiðis at brúkararnir kunnu seta sín dám á orðalistan. 

Vit takka øllum teimum, sum hava verið við í arbeiðinum. Hilmar Eliassen á Atlanticon hevur umsitið játtanina fyri FOÍB, Heini Justinussen hevur havt tað tøkniliga undir hond, Setursskrivstovan á Fróðskaparsetri Føroya hevur umsitið lønarútgjalding, goldið rokningar o.s.fr. Verkætlanin hevur notið gott av samstarvinum við Martin V. Heinesen, stjóra á Jarðfrøðisavninum, Súsonnu Sørensen,  fulltrúa í kunningarmálum í Oljumálastýrinum,  Suna Petersen, evnafrøðing á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Eisini hava limirnir í stýrisbólkinum roynt at fáa listan so fullfíggjaðan sum gjørligt.

Henda verkætlan er dømi um eina væleydnaða verkætlan, har samstarvið millum tann tøkniliga og tann málsliga partin hevur virkað sera væl, og vónandi kann listin koma fólki til góðar, sum skal orða seg á føroyskum. Tað er eisini okkara vón, at fólk fara at lata frætta frá sær um møguligar batar, ábøtur og dagføringar. Stýrisbólkurin leggur við hesum oljuorðalistan fram fyri almenningin.