Málslig ráðgeving

Finska språkbyrån

Kielitoimisto – Finska språkbyrån


Kielitoimisto
Vuorikatu 24,
FI-00100 Helsinki

Institutet för de inhemska språken,
Berggatan 24,
FI-00100 Helsingfors
www.kotus.fi

Kielitoimisto
(Finska språkbyrån) hevur ábyrgd av finsku málrøktini. Almenna navnið á stovninum er Kotimaisten kielten keskuksen kielenhuolto-osasto (Språkvårdsavdelningen vid Institutet för de inhemska språken).

Kielitoimisto
(Finska språkbyrån) varð sett á stovn í 1945. Í byrjanini hoyrdi stovnurin til Finska litteratursällskapet, sum seinni varð til Finlands Akademi. Í 1976 varð stovnurin Kielitoimisto (Finska språkbyrån) innlimaður í Forskningscentralen för de inhemska språken, sum varð sett á stovn sama ár. Í 2012 skifti stovnurin navn til Institutet för de inhemska språken.

Kielitoimisto
(Finska språkbyrån) er málrøktarmyndugleiki, sum leiðir og mennir almenna finska málið. Kielitoimisto (Finska språkbyrån) ráðgevur í málsligum spurningum, skipar fyri skeiðum í málrøkt og røttum máli. Kielitoimisto (Finska språkbyrån) ráðgevur eisini í navnaspurningum.