Málslig ráðgeving

Íslensk málnefnd

Íslensk málnefnd


Íslensk málnefnd
Stofnun Árna Magnússonar í íslenskum fræðum
Málstöð
Neshaga 16
IS-107 Reykjavík
www.islenskan.is

Íslendska málnevndin varð stovnað í 1964 og heldur til í Stofnun Árna Magnússonar í íslenskum fræðum.

Í íslendsku málnevndini eru vald 16 umboð og nevndin situr í fýra ár. Harumframt er møguligt at ein ella tveir limir fáa sæti í nevndini aftrat, um tað er til frama fyri nevndararbeiðið. Limirnir í íslendsku málnevndini býtir uppgávurnar sínámillum.

Uppgávan hjá íslendsku málnevndini er at veita umsitingini vísindaliga grundaða ráðgeving í málspurningum og at gera tilmæli til ráðharran um málpolitikk. Haraftrat skal nevndin á hvørjum ári gera eina lýsing av støðuni hjá tí íslendska málinum.

Málnevndin kann vísa á tað, sum er á rættari leið í íslendskum máli, og koma við uppskotum um tiltøk til ábøtur, har ið tørvur er á tí í íslendskum máli alment. Íslendska málnevndin savnar og samtykkir stavsetingarreglur, sum m.a. skulu vera galdandi í skúlafrálæruni, og ráðharrin setur tær í gildi. Grundleggjandi broytingar í stavsetingarreglunum eru bundnar at samtykki ráðharrans.