Málslig ráðgeving

Dansk Sprognævn

Dansk Sprognævn

Dansk Sprognævn,
H.C. Andersens Boulevard 2,
DK-1553 København V
www.dsn.dk

Dansk Sprognævn er almennur granskingarstovnur undir tí danska Kulturministeriet.  Dansk Sprognævn varð sett á stovn í 1955.

Dansk Sprognævn hevur tríggjar høvuðsuppgávur:
  • at fylgja við málmenningini, t.d. við at skráseta nýggj orð
  • at svara málsligum spurningum um danskt mál og danska málnýtslu
  • at avgera donsku rættskrivingina og at ritstjórna og geva út almennu donsku rættskrivingarorðabókina, sambært retskrivningsloven
Dansk Sprognævn er skipað við einum umboðsráði, einum stýri og einum granskingar- og kunningarstovni. Umboðsmannaráðið er sett saman av 40 umboðum fyri ymsar stovnar og nevndir, sum arbeiða við tí danska málinum.

Stýrið er ovasta leiðsla í Dansk Sprognævn og hevur evstu ábyrgd av virkseminum. Granskingar- og kunningarstovnurin tekur sær av dagliga granskingar- og kunningararbeiðinum. Haraftrat er stovnurin avgreiðsluskrivstova fyri umboðsráðið og stýrið. Á Dansk Sprognævn starvast í løtuni 27 fólk.