Málslig ráðgeving

Hvussu umtala vit tey kongligu?

Hvussu umtala vit tey kongligu?

11.06.2025

Nú kongshjúnini eru á vitjan, leggja vit hetta uppslagið út eina ferð enn:


Ofta ivast føroyingar í, hvussu vit umtala tey kongligu. Málráðið hevur týtt donsku kongligu nøvnini og heitini til føroyskt. Tignarstigin er í trimum:


majestæt: hátign
kongelig højhed: kong(a)lig tign
excellence: tign


Allur listin við kongligum heitum er at finna á heimasíðuni. Sí listan her. Aftast í listanum eru nøvnini og nøkur heiti bend í øllum fýra føllum. Vit mæla miðlafólkum til at taka listan niður á telduna.