Hvussu eitur bókin?
Hvussu eitur bókin?
Her kemur ein lítil áminning um, at tað bert er fyrsti stavur í føroyskum heitum, sum verður skrivaður við stórum stavi. Restin verður skrivað við lítlum.
Dømi: Tað eitur Reyði krossur, Føroya lærarafelag og Runavíkar kommuna – og ikki Reyði Krossur, Føroya Lærarafelag og Runavíkar Kommuna. Sama ger seg galdandi við sangheitum, vørum og yvirskriftum annars.
Vilja vit fara væl um føroyska málið, mugu vit eisini fara væl um skriftmálið – sum altso hevur eina reglubundna stavseting