Málslig ráðgeving

Danskan ella føroyskan setningsbygnað?

Danskan ella føroyskan setningsbygnað?

Tá ið vit lýsa framtíð, hava vit ofta lyndi til at nýta danskan setningsbygnað:


– Sjeikurin SKAL niður at lesa.
– Eg KOMI at gera skúlating í alt kvøld.
– Hann VIL verða saknaður.


… hóast vit í føroyskum eiga einfalda orðið ‘fara’:


– Sjeikurin fer niður at lesa.
– Eg fari at gera skúlating í alt kvøld.
– Hann fer at verða saknaður (ella bara: hann verður saknaður).


Hjalmar P. Petersen, dr. phil., hevur annars skrivað drúgt og virðismikið tilfar um nútíðarføroyskan setningsbygnað. Hava tit hug at lesa meira um evnið, kunnu tit lesa bókina Føroysk mállæra 2.