Saman ella sundur?
Saman ella sundur?
‘Upp á’ ella ‘uppá’ … hvussu var tað nú?
Tað eru mong, sum ivast í, nær ið hjáorð og fyriseting verða skrivað saman ella sundur.
– Hvat vilt tú hava upp á breyð?
– Hvat vilt tú hava uppá?
Orðini verða skrivað í tveimum, um navnorð (breyð) er knýtt at: upp á breyð. Er einki navnorð knýtt at, verða tey skrivað í einum: uppá.