Málslig ráðgeving

Næsti og annar

Næsti og annar

Ein frásøgumaður í útvarpinum rópti einaferð: "Vit hava skorað tað næsta málið!" Hann meinti sjálvandi annað málið: mál nummar tvey í dystinum. Tað ber illa til at skora næsta málið, tí næsta málið er frammi í tíðini – um ikki dómarin bríkslar dystin av áðrenn.


Tað er ikki altíð so lætt at fáast við orðini 'næsti' og 'annar'. Tey líkjast í merking, og tí kemur onkuntíð bland í. Raðtalið 'annar' merkir nummar tvey í eini røð: fyrsti flokkur, annar flokkur, triði flokkur – og ikki fyrsti flokkur, næsti flokkur.


Summi binda tí um heilan fingur og siga 'komandi leygardag' ella 'nú leygardagin', sum eisini eru í lagi, men latið nú ikki hesi ota seg inn á eldra formin, sum altso er 'næsta leygardag'.