Orðingin 'í dag'
Orðingin 'í dag'
Fyrr í vikuni umrøddu vit, hvussu vit eiga at orða okkum, tá ið vit lýsa framtíð. Tí býðst høvið at siga eitt sindur um orðingina 'í dag', sum er farin at sníkja seg inn í málið. Vit hava eina rúgvu av føroyskum orðum og orðingum, sum merkja tað sama: nú / sum (nú) er / í løtuni / nú á døgum.
Skeivt: Fleiri útlendingar búgva í Føroyum í dag
Rætt: Fleiri útlendingar búgva nú í Føroyum
Skeivt: Føroyingar drekka ov illa í dag
Rætt: Føroyingar drekka ov illa (onkuntíð er undirskilt, at talan er um nútíð)
Skeivt: Í dag svara vit málsligum spurningum mánadagar og hósdagar kl. 10-12
Rætt: Í løtuni svara vit málsligum spurningum mánadagar og hósdagar kl. 10-12
Skeivt: Hetlendska málið norn er ikki til í dag
Rætt: Hetlendska málið norn er ikki til longur