Soleiðis benda vit navnið "Við Tjarnir"
Soleiðis benda vit navnið "Vit Tjarnir"
Stundum verður navnið “Við Tjarnir” bent skeivt í miðlunum og í lýsingum. Íslendska kvinnulandsliðið í hondbólti spælir við Tjarnir leygardagin. Tær benda í føllum eins og vit føroyingar. Latið okkum ómaka okkum og benda navnið á høllini rætt.
Soleiðis umtala vit høllina:
– Vit eru við Tjarnir
– Vit fara frá Tjarnum (ella Tjørnum)
– Vit fara til Tjarnir (ella Tjarna)
– Samansett orð: Tjarna-
Gevið gætur, at fyrisetingin ‘við’ verður einans skrivað við stórum, tá ið tað stendur einsamalt sum navn (Høllin eitur “Við Tjarnir”), men ikki í setningum (Vit eru við Tjarnir).