Málslig ráðgeving

Benda vit nøvn á fyritøkum?

Benda vit nøvn á fyritøkum?

At navngeva eina fyritøku er helst spennandi og stuttligt. Neyðugt er tó eisini at hugsa um, hvussu viðskiftafólkini fara at umtala fyritøkuna – eitt nú í teimum ymisku føllunum. Tí málreglan er einføld: Á føroyskum eiga øll nøvn at verða bend – eisini nøvn á fyritøkum og vørum. Nú á døgum er rákið, at sagnorð verða nýtt sum nøvn á fyritøkum (Nema, Reyta, Eta o.s.fr.), men vansin er tá, at viðskiftafólkini ikki vita, hvussu tey skulu umtala fyritøkuna.


Eisini eru fyritøkur, ið hava tvey orð í navninum: Hon+hann, Rit & rák og Koppur & kanna eru trý dømi. Í hvørjumfalli áttu øll trý at verið bend soleiðis:


– Frá Henni+honum
– Frá Riti & ráki
– Frá Koppi & kannu


Hetta snýr seg bert um vana, tí navnið á triðnevndu fyritøku verður ofta bent – bæði av teimum sjálvum og viðskiftafólkunum.