Málslig ráðgeving
23.11.2026

Ársins orð

Hvat verður ársins orð í 2026?

Aftur í ár skipar Morgunsendingin hjá Kringvarpi Føroya fyri táttinum Ársins orð, har leitað verður eftir orðum, sum best umboða árið, ið fór.

Tað eru 10 ár síðani, at Ársins orð fór av bakkastokki.

Her er eitt yvirlit yvir orðini tey seinastu 10 árini:

2016: Hjúnabandslóg
2017: Fiskivinnunýskipan
2018: Ræstkjøtaburgari
2019: Heimafriður
2020: Sóttarhald
2021: Sammóðir
2022: Stuttflutt
2023: Vitlíki
2024: Langtíðarhaldføri
2025: Suðuroyartunnil

 

Umboð fyri Málráðið ella Málstovuna hevur verið við í dómsnevndini hvørt ár.

Hevur tú hug at lesa um øll orðini, sum eru kosin tey seinastu 10 árini, ber til at lesa tíðindastubbar frá Málráðnum her: Tíðindastubbar um ársins orð

 

Hvat skal vera ársins orð í 2026?

Send títt boð til teldupostin gmf@kvf.fo ella skriva títt boð sum viðmerking á hesum Facebook-uppslagnum: Ársins orð