Vaksinskt
Tað eru børnini, sum skapa málið, plagdi Jeffrei Hendriksen at siga, tá ið hann skuldi greina hugtakið analogi fyri okkum, ið gingu á læraraskúlanum fyrst í 90’unum.
Analogi var tað, sum fór fram málsliga, greiddi hann frá, tá ið broytingar hendu, sum gjørdu, at børnini ikki fingu alla sína málsligu stimbran úr einum statiskum nærumhvørvi.
Einum nærumhvøri, har børnini liva í tættari samveru við vaksin, har tey, sum tey vaksa til, so líðandi læra tað verk, tey vaksnu takast við og yvirtaka, tá teim vaksnu berst frá.
Ein veruleiki, har ætt eftir ætt ger sama arbeiði og livir upp á sama máta sum tær undanfarnu, og sostatt verður málið ført víðari ... reint og óspilt.
Ella sum Jeffrei argandi legði aftat – helst fyri at prika møguligar heimføðingar í flokkinum: Um tit vilja, at tykkara dialekt skal vera varðveitt í óbroyttum líki, skulu tit syrgja fyri, at einki hendir hjá tykkum, ið fær fólk at flyta til tykkara. Nakað sum heima á Sandi! ...
Sjálvandi kom øði í grindina, sjálvt um heimasandsmaðurin í flokkinum helt tað vera óføra stuttligt, tí har vóru onnur, sum beinleiðis føldu tað, ið gamli kennarin kom við, sum eitt álop.
Men tað eru jú altíð nøkur, ið velja at gera sær ómak ikki at skilja skemt.
Um tunnilin verður avgerandi hesum viðvíkjandi, má so tíðin vísa.
Nú verða ikki allar málsligar broytingar kallaðar analogi. Men kanska tað bara er talan um, at tær eru hendar so langt síðan, at tað barnamál, sum hendi við umskiftinum og flytingini hjá fólki fyri 2000 árum síðani, nú verður kallað germanska ljóðskiftið.
Jarnøldin byrjaði og við henni stórar broytingar í arbeiðskorum, og sjálvandi eisini málinum.
Nú kundi eg eftir førimuni roynt at lýst ymsu ljoðbroytingarnar, vit kenna úr ljóðlæruni, tey flestu við dølskni, ekka, harmi, stikni, undran ella gleði minnast aftur á úr skúlatíðini; men tá er skjótt vandi hjá mær fyri at falla í glopp í minninum og skriva okkurt, sum lættliga kann sópast burtur sum í besta føri sakleysar misskiljingar.
Nei, frægari man vera at royna at nærkast spurninginum, um Jeffrei hevði rætt ella ikki í páhaldinum um, at tað eru børnini, sum skapa málið.
Tí er tað rætt, so ber til at rætta skeikl og frávik frá teim reglum, sum síggjast í mun til tann norm, festur var á blað, tá ið Hammershaimb kom við sínum uppskoti til føroyska skriftmálið í 1840’unum. Nakað í stíl við tað, íslendingar minnast Jón forseta fyri.
Er tað ikki rætt, so bjóðast føroyskum valla bøtur, og máldeyðin stendur fyri durum.
Tann máldeyða, Svabo meir ella minni mælti til, varð tó sum kunnugt avblástur ella ið hvussu er útsettur, tí fólk settu sær fyri at gera nakað við støðuna – og tá tey fingu miðlarnar at brúka málið í skrift. Bløð og bøkur komu á føroyskum, skaldskapur varð skaptur, har føroyskt varð flutt fram í nútíðina brýnt og hvest, men eisini víðkað og mýkt, so tað gjørdist nýtiligt í øllum lívsins viðurskiftum, um enn Jákup Veyhe prógvaði í skemtiligu sketchini, at tað tekur nakað av gessinum at lurta eftir telefonsex, um tú noyðist at styðja teg til móðurmálsorðabókina at skilja, hvat grótføroyska røddin sigur í hinum endanum á tráðnum.
Nei, tað varir nokk nakað, áðrenn føroyska málið doyr, hóast skinklandi støðuna, mong meina seg uppliva í tí gerandisliga.
Á lærarastovum kring um í landinum kanst tú hoyra smáar søgur, ið mettar vera sum dømi upp á standin. Smáar søgur um slíkt, okkurt barnið hevur sagt, ið er vert eina pussiga søgu og eitt smíl.
Herfyri til dømis møtti eg einum dreingi á gongini, tá eg visti, at flokkurin hjá honum hevði tíma. Eg spurdi hann, hví hann ikki var í tíma sum floksfelagarnir.
- Eg eri blaktur út, svaraði hann.
Ókey, hetta er kanska ikki størsti skelkurin, ið hevur rakt seinastu tíðina, men tað er tó ein spurningur, um hetta er dømi um barnamál, sum ikki er vorðið rættað hjá hesum unglinginum?
Kanska ... tí seinni varnaðist eg, at aðrir næmingar eisini søgdu so.
Ella er tað ein broyting í bendingarmynstrinum, har endingin -aði, sum á sinni fór herjandi um øll nýggjari sagnorð, endiliga er við at missa takið á málinum?
Tja, tað er ein spurningur fyri málfrøðingar at kanna og kjakast um.
Tað kundi eisini verið, at tey ungu bara siga so fyri at spæla við málið og fyri til stuttleikar at arga vaksna málbrúkaran. Eitt lítið prik til føroysklærararan. Eitt prik til autoritetarnar?
Kanska anekdotan er meiri álvarslig, sum ein starvfelagi nakað síðani bar fram á lærarastovuni, tá hon fortaldi, at hon hevði hoyrt tvær gentur tosa um ein triðja næming, at viðkomandi ikki dugdi at “tosa vaksinskt”.
Á, ja, vit liva sanniliga í spennandi tíðum ... eisini málsliga.
Bergur Rasmussen