Greiðmálsdagur 2026
13. oktober er altjóða greiðmálsdagur, á enskum kallaður International Plain Language Day. Dagurin hevur verið hildin síðani 2011, tá eitt ár var liðið síðani forsetin í USA, Barack Obama, skrivaði undir lógina um greiðskrift, the Plain Writing Act.
Skilmarking av greiðmáli
Samskifti er greiðmælt, tá orðing, bygnaður og snið eru so greið, at tilætlaðir lesarar lættliga
· finna tað, teir hava tørv á,
· skilja tað, teir finna, og
· gagnnýta kunningina
Greiðmál í Føroyum
Føroyska málráðið er umboðað í netverkinum Greiðmál í Norðurlondum. Hetta kemur væl við, tí einki skipað greiðmálsarbeiði er í Føroyum sum nú er.
Netverkið Greiðmál í Norðurlondum hevur skipað fyri norðurlendskum ráðstevnum um greiðmálsspurningar síðan 1998. Seinasta ráðstevnan, sum Finnland skipaði fyri, var hildin 27.-28. mars 2025. Hendan ráðstevnan, ið var um lógarmál í gerandisdegnum, varð stroymd á netinum.
Ráðstevna 2027
Næsta summar, 3.–4. juni 2027, verður aftur talgild ráðstevna, nú skipar Noreg fyri. Tá verður høvuðsevnið “Greiðmál í ófriðartíðum”. Høvuðsdentur verður á álitsvekjandi samskifti millum íbúgvarnar. Hvussu kann álitið manna millum styrkjast við greiðmáli?
Meira verður at frætta um ráðstevnuna til várs.