Um royndir at geva teknisøgur út á føroyskum í sjeyti-, áttati- og nítiárunum
Í sjeyti- og áttatiárunum var eins og nú nógv kjak um, hvussu vit sum best kundu fáa børn at lesa føroyskt. Hvørki telduskíggjar ella sjónvarp vórðu vorðin ein hóttan móti móðurmálinum tá, men nógv hildu, at børn lósu alt ov nógvar teknisøgur á donskum máli. Og tað at lesa teknisøgur var heldur ikki hildið at vera í lagi. Børnini fingu ikki rættiliga hugsavnað seg um ein fjølbroyttan tekst, tí myndirnar søgdu jú stóran part av søguni, og teksturin var bara høvuðssetningar og nógvar miðalvarpingar.
Men kortini vóru framtakshugað forlagsfólk, ið hildu, at tað hevði verið frálíkt at fingið kendar, altjóða teknisøgur á føroyskum: Forløgini Fannir, Dropin og Bókadeild Føroya Lærarafelags fóru undir at geva út ávikavist Valhøll, Tintin og Valiant Prins út um 1987. Men hetta vóru lutfalsliga dýrar útgávur, og undirtøkan varð ikki sum væntað. Einans tvey eintøk av Tintin komu, 6 hefti úr Valhøll og 12 av Valiant prinsi. Bløðini máttu ikki vera dýrari enn tey donsku av sama slagi, sum vóru prentað í ovurstórum uppløgum, so tá – eins og dagin í dag – var tað at kalla ógjørligt at fáa tað at bera til fíggjarliga.
Uttan samanbering størsta teknisøgan á donskum, sum hvørja viku varð seld í fleiri túsund eintøkum í Føroyum, var Anders And & Co. Um tað mundið eg fekk starv sum ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags í hálvari tíð í 1987, tosaðu vit í álvara um at fara undir at samprenta Anders And og geva bløðini út á føroyskum hvørja viku. Tað vóru íslendingar farnir undir fyri fleiri árum síðan, og tað segðist, at eftir tað gjørdist sera trupult at læra íslendsk børn danskt ...
Men eftir at hava kannað málið, komu vit skjótt til ta niðurstøðu, at vit høvdu hvørki fíggjar- ella arbeiðsorku at geva blað út hvørja viku. Kortini hildu vit á at sóknast eftir møguleikum onkursvegna at fáa Anders And út á føroyskum, og stutt eftir hetta stakk ein møguleiki seg upp: Vit á Bókadeild Føroya Lærarafelags byrjaðu tá regluliga at fara á bókamessur, og fyrst í 1990’unum varnaðust vit eina týska útgávu av Anders And, sum tóktist vera sera áhugaverd. Forlagið Gladstone í USA var farið undir at geva út allar søgurnar, sum ‘tann góði teknarin’, Carl Barks, hevði skapað. Í Evropa gav týska forlagið Ehapa Verlag út røðina, og eftir at hava prátað við týsku forlagsfólkini varð greitt, at tað bar væl til hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags at koma uppí og samprenta við tey, um vit annars fingu øll rættindi upp á pláss. Vit vendu okkum tískil til Disney í Keypmannahavn, sum í øllum førum tá umsat øll rættindi fyri Evropa, og eftir at hava greitt frá, hvat tað var, vit ætlaðu, var leyst og liðugt beinanvegin. Og fyri at gera eina langa søgu stutta var úrslitið, at fríggjadagurin 20. januar 1995 gjørdist DD-dagur í Føroyum, tí tá kom fyrsta heftið við søgum um heimsgitna Dunnald Dunnu út á føroyskum.
Spillir navnið ongan?
Eftir at hava fingið spurningin viðv. rættindum avgreiddan varð farið til verka at fyrireika útgávuna. Fyrst var at finna ein álítandi týðara, sum kundi lata forlagnum týðingar rættstundis fýra ferðir um árið. Til alla lukku játtaði Pauli Nielsen, rektari á Føroya Læraraskúla. Pauli hevði áður týtt og sjálvur givið út barnabøkurnar eftir Ole Lund Kirkegaard um eitt nú Gummi Tarsan og Lítla Virgil. Eisini hevði hann týtt heftini um Rasmus Tøpp fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Men so var tað nøvnini. Hvørt mansbarn í Føroyum kendi Anders And – ella Andrass dunnu, sum barnaútvarpið nevndi hann. Og Onkel Joakim, Andersinu, Fætter Højben, Rip, Rap og Rup, Georg Gearløs o.s.fr. Vit vistu, at tað fór ikki at vera lætt at fáa fólk at góðtaka nýggj nøvn, um tey ikki sótu sera væl. Tískil skrivaðu vit út navnakapping á sumri 1994, har vit bjóðaðu øllum at koma við uppskotum um, hvussu Disney-verurnar skuldu eita á føroyskum. Øll áhugað fingu ein lista við ensku og donsku nøvnunum, og tey skuldu so geva boð upp á føroysk nøvn. Vinningarnir vóru 30 hald av fyrstu bløðunum í eitt ár, og millum teirra, sum áttu bestu uppskotini til Anders And og Andersinu, vórðu lutaðar burtur tvær taskur við ymiskum tilfari, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags fekk frá Disney í Keypmannahavn.
Ikki kann sigast annað, enn at undirtøkan var stór. Bókadeild Føroya Lærarafelags fekk eini 400 brøv við uppskotum frá leikum og lærdum. Eitt nú kann eg nevna, at Jóan Hendrik Winther Poulsen og Axel Tórgarð komu við frálíkum uppskotum. Ein úrvalsnevnd gjørdi av, hvussu nøvnini skuldu vera, og boðið varð til tíðindafund á Bókadeild Føroya Lærarafelags 12. oktober 1994. Og har komu øll, sum vit høvdu boðið: SVF, ÚF og øll bløðini. So vit kunnu bara ásanna, at føroyska útgávan av Carl Barks-savninum fekk best hugsandi byrjan og framúr umrøðu.
Flestu nøvnini vóru eisini frálík: Ongin ivi var um, at Anders And skuldi eita Dunnaldur Dunna (Donald Duck á enskum), Andersina (Daisy) Dúnhild, Onkel Joakim Gírikur McGvagg, Fætter Højben Gullfinnur Gorront o.s.fr. Sera sigandi og stuttlig, gjørd nøvn. Men so valdi nevndin eisini at brúka nøkur vanlig føroysk nøvn. Talan var um systursynirnar hjá Dunnaldi, Rip, Rap og Rup á donskum (Huey, Dewey og Louie á enskum), sum vóru nevndir: Rúni, Rani og Rói. Og Georg Gearløs á donskum (Gyro Gearloose, á enskum), sum fekk navnið: Biks Óli. Eg minnist, at vit hildu, at júst hesi nøvnini riggaðu sera væl.
Men so skjótt sum hesi nøvn vóru kunngjørd, fór telefonin at ringja á Bókadeild Føroya Lærarafelags, og vit fingu eisini fleiri brøv frá misnøgdum foreldrum. Ein mamma skrivaði og heitti á nevndina um at broyta fólkanøvnini í teknisøguni til góð og stuttlig djóranøvn, eins og hini nøvnini vóru. Hon helt, at hesi nøvn fóru at verða Anders And-nøvn, sum fóru at vera til láturs. Hon stúrdi fyri, at nøvnini Óli, Rúni, Rani, Rói, Mikkjal og Mia fóru at verða nøkur skemtinøvn, tí tey fóru at verða brúkt saman við øðrum skemtinøvnum, og at eingin fór at kalla síni børn Anders And-nøvn.
Onkur, sum ringdi, segði, at tey áttu Rúna og Rana og ætlaðu sær ein Róa. Persónliga hevði eg ta uppliving, tá ið eg fór á verkstað við bilinum, at bilmekanikarin rópti eftir mær, beint sum eg fór út úr bilinum: “Hví eitur hann ikki Niels Jákup?” Fyrst stóð eg sum Kánus, men so rann mær til hugs, at mekanikarin æt Óli ... So vit máttu ásanna, at fólk eru eym um nøvn, og at navngeva djóraverur við fólkanøvnum er ein ósiður.
Tað eydnaðist okkum at broyta nøvnini, áðrenn fyrsta heftið fór til prentingar, og systursynirnir hjá Dunnaldi fingu nøvnini: Dinni, Danni og Dunni, meðan Georg Gearløs varð til Snúrða Bikshana. Men sum eitt kuriosum kann eg nevna, at samstundis sum Bókadeild Føroya Lærarafelags fekk rættindini at geva út alt um Dunnald & tey í Dunnuvík, fóru vit at prenta eina-síðu-søgur í Barnablaðnum. Fyrsta søgan var farin í prent áðrenn broytingina, so fyrsta prentaða søgan í Barnablaðnum endar við, at Dunnaldur geylar: Rúni, Rani og Rói!
Greiða ætlanin var at geva út øll 51 heftini við søgum eftir Carl Barks, men tíverri máttu vit á Bókadeild Føroya Lærarafelags gevast eftir 16 hefti. Sølan var góð í fyrstuni, men at enda bóru heftini seg ikki fíggjarliga. Tó tað var bæði stuttligt og læruríkt at vera partur av verkætlanini. Hetta var fyrstu ferð, at vit høvdu við rættiliga altjóða leikarar at gera og skrivaðu undir sáttmálar, sum vóru fleiri enn 10 síður. Bókadeild Føroya Lærarafelags, eins og hini forløgini, sum royndu seg við teknisøgum í 80’unum, vóru ov sein á sjóvarfallinum. Tíðin var við at renna undan teknisøguni. Og eisini máttu vit ásanna, at tað ber illa til at kappast við útlendskt tilfar á sonevnda hópmarknaðinum, tí keyparar í hópatali finnast ikki í Føroyum.
Niels Jákup Thomsen