Málslig ráðgeving
02.11.2026

Broytingar og virksemi á Málstovuni

Nýggja Málráðið hevur styrkt Málstovuna. Nýggj starvsfólk eru sett í starv, Málstovan er flutt í nýggj høli, samstarv er skipað um skrivstovuhald, og telefontænastan er nú víðkað.

Játtanin til Málráðið er hækkað seinastu árini og er nú 3.288.000 krónur. Fleiri broytingar hava verið hetta seinasta árið, so sum nýtt málráð, nýggj høli, nýggj starvsfólk og skipað samstarv við Fróðskaparsetur Føroya um skrivstovuhald.

Samstarvsavtalan við Fróðskaparsetur Føroya tryggjar Málráðnum støðugar arbeiðs- og hølisumstøður og umsitingarligan stuðul. Í hesum sambandi er skrivstovan hjá Málráðnum, Málstovan, flutt í høli hjá Fróðskaparsetrinum í J.C. Svabos gøtu 7 í Havn, har hon nú húsast saman við øðrum starvsfólkum á Setrinum.

Víðka telefontænastuna
Týðandi partur av virkseminum hjá Málráðnum er málsliga ráðgevingin.

Seinastu tíðina hevur telefontíðin á Málstovuni verið avmarkað til seks tímar um vikuna. Hetta er nú broytt, soleiðis at telefontænastan nú er opin mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag kl. 9-13.

Nýggj starvsfólk
Málráðið hevur leingi verið merkt av lítlari arbeiðsorku. Nógvar uppgávur hava ligið óloystar, tí ov fá starvsfólk hava verið at taka sær av teimum. Nú játtanin varð hækkað í 2026, hevur borið til at sett nýggj fólk í starv. Umframt at nýtt fólk varð sett í starvið sum málsligur ráðgevi á heysti í 2025, vórðu tveir nýggir málfrøðingar settir í starv í 2026.

Enn eru uppgávur, sum Málstovan ikki megnar at loysa við verandi arbeiðsorku. Tó fegnast vit um, at Málstovan nú er betur mannað enn nakrantíð.