Tvey nýggj starvsfólk á Málstovuni
Málráðið sett tvey nýggj starvsfólk á Málstovuna. Ein málsligur ráðgevi bleiv settur í starv á heysti í 2025, og í vár bleiv ein málfrøðingur settur í fulltíðarstarv.
Á heysti í 2025 setti Málráðið Mariu Finnbogadóttur Arge í starv sum málsligan ráðgeva á Málstovuni. Talan er um hálvtíðarstarv. Fremsta uppgávan hjá málsliga ráðgevanum er at veita málsliga ráðgeving og umsita máltænastuna á Málstovuni.
Maria Finnbogadóttir Arge er útbúgvin í fólkalívsfrøði og føroyskum og hevur MA-prógv í føroyskum máli og bókmentum.
Málfrøðingur og samskipari
Í vár setti Málráðið Sandru Saxov Lamhauge í fulltíðarstarv sum málfrøðing og samskipara.
Hennara uppgávur eru millum annað at savna og dagføra stavsetingarreglur til Stavsetingarorðabókina og at samskipa framhaldandi arbeiðið við orðabókini saman við ritstjóranum og nýggja fylgibólkinum. Í fylgibólkinum eru Solby A. Christiansdóttir, Iben Nyholm Debess og Hjalmar P. Petersen.
Sandra Saxov Lamhauge er kandidat í málvísindum og hevur ph.d.-prógv við gransking í føroyskum máli. Hon hevur drúgvar arbeiðsroyndir í málgransking og máltøkni millum annað frá verkætlanini Ravninum og øðrum granskingarverkætlanum um føroyskt mál.