Ársfrágreiðing 2025
Nýggjasta ársfrágreiðingin hjá Málráðnum er nú tøk og umrøðir m.a. nýggja Málráðið, máltænastuna og samstarvsavtaluna millum Málráðið og Fróðskaparsetur Føroya um skrivstovuhald.
Í 2025 tók nýtt málráð við. Setan hjá nýggja málráðnum er frá 1. august 2025 til 31. juli 2029. Í hesi setu er Beinir Bergsson forfólk, og Lena Reinert er næstforfólk.
29. august 2025 varð samstarvsavtala undirskrivað millum Málráðið og Fróðskaparsetur Føroya. Avtalan tryggjar Málráðnum støðugar arbeiðs- og hølisumstøður og umsitingarligan stuðul. Í hesum sambandi flutti skrivstovan hjá Málráðnum, Málstovan, í septembur í høli hjá Fróðskaparsetrinum í J.C. Svabos gøtu 7 í Havn, har hon nú húsast saman við øðrum starvsfólki á Setrinum.
Arbeiðið í Málráðnum og á Málstovuni hevur í stóran mun snúð seg um at fáa virksemið í gongd aftur. Í septembur søkti Málráðið eftir nýggjum málsligum ráðgeva og setti Mariu Finnbogadóttur Arge í starv. Hon hevur hugsavnað seg um at skipa gerandisdagin í nýggju hølunum, seta seg inn í eldri og nýggj mál, og síðan hevur hon havt máltænastuna um hendi.
Finn ársfrágreiðingina her.