Málslig ráðgeving
29.05.2026

MÁL, MÁLLÍKI OG MENNISKJU

Mál er ein grundleggjandi menniskjaligur førleiki. Við dagsins tøkniligu menning fáa vit nýggjar avbjóðingar við, hvussu mál verður skapt, nýtt og skilt - og hvussu mál skapar okkum afturímóti.

HVAT ER MÁL? 

Mál er sprottið úr menniskjans tørvi at samskifta hvørt við annað. Mál er tankanna úttrykk og verður skapt í samspæli millum menniskju, sum vilja hvørjum øðrum nakað. 

Í hesum málsliga samspæli koma við tíðini siðvenjur og millummannasemjur um, hvussu málið myndast. Orð, setningar, ljóð, stavir, bendingar, handakeipur og andlitsbrá finna saman í regluligar skipanir, so tað gerst lættari hjá menniskjunum at skilja hvørt annað til fulnar. Okkum dámar væl at leita fram, greina og skjalfesta hetta reglusemið; vit skriva mállærur og stavsetingarorðabøkur og læra at seta semikolon. Vit geva reglusama málinum eitt heiti (so sum katalanskt, enskt ella føroyskt) og áseta karmarnar fyri, hvat er innan fyri og uttan fyri málsligu semjuna. Tó hava vit ikki fult ræði á málinum og kunnu gleðast um, at málið livir sítt egna lív. Natúrligt mál er livandi, fjølbroytt og í støðugari rørslu. Tað er fult av orðaspæli, nýbrotum, kenslum, misskiljingum, kuriosumum og mentanarligum eyðkennum. Málið er eitt íborið samleikaeyðkenni fyri bæði einstaklingin og felagsskapin og ber vitni um tey menniskju, ið nýta og skapa málið júst her og júst nú. 

Og júst í hesi tíð eru vit menniskju partur av einari tøkniligari kollvelting. Og hon hevur við sær eina málsliga kollvelting. Við frambrotinum av vitlíki er okkara málsliga umhvørvi broytt. Nógv av tí máli, vit í dag lesa og hoyra, er ikki natúrligt mál. Vit lesa meira og meira tilgjørt mál. Serliga á enskum, men alsamt meira á føroyskum. Hetta er mál, sum er skapt og orðað av vitlíki: mállíki.

HVAT ER MÁLLÍKI? 

Mállíki er tað málið, sum málmyndlar og vitlíki skapa. Mállíki líkist máli. Tað fylgir mállæruni, og tað bendir rætt, men tað vantar tað livandi grundarlagið, sum veruligt mál sprettur úr. Hesin munur hevur serliga stóran týdning fyri eitt lítið og viðbrekið mál sum føroyskt. 

Mállíki er sprottið úr menniskjans tørvi at samskifta við maskinuna. Mállíki er algoritmanna úttrykk og verður skapt í samspæli millum dátur og roknimegi, sum endurskapa málslig mynstur.

Mállíki er úrslit av einari hagfrøðiligari útrokning. Ein málmyndil spýtir ikki orð út, tí hann hevur eitthvørt at siga, men tí ávís orð og vendingar hagfrøðiliga hóska saman sambært teimum tekstum, sum hann fyrr hevur sæð. Tí verður mállíki ofta eitt slag av “miðaltalsmáli” - slættað, hampiligt og høviskt. Og kanska uttan tann neista og ta dýpd, sum eyðkennir menniskjamál.

FRÁ FJØLBROYTNI TIL EINSHÁTTAN: HVØR RÆÐUR Á ORÐUNUM?

Um vit granska munin millum menniskjamál og mállíki nærri, er greitt, at menniskju veruliga hava størri fjølbroytni í máli sínum, enn vitlíki og málmyndlar hava. Kanningar vísa, at mállíki, tilgjørdur tekstur úr vitlíki, hevur munandi lægri orðafjølbroytni enn tekstur skrivaður av menniskjum [1,2]. Granskarar hava mátað hetta við at kanna, hvussu fjølbroytt orðatilfarið er, hvussu javnt orðini eru býtt, og hvussu nógv sjáldsom og óvæntað orð verða brúkt. 

Úrslitini vísa, at menniskju skriva fjølbroyttari. Ikki bert hava menniskju víðfevndari orðfeingi, men eisini er meira spæl í setningsbygnaði og merkingum [3]. Vit eru ironisk, nýta tvítýdd orð, málliskur og tilvildarligar orðingar. Tað ger menniskjamál óregluligt og livandi samanborið við mállíki, sum hevur lyndi til at javna munirnar út og leita móti tí mest sannlíka. 

Eitt dømi um hesa einsháttan av mállíki er fyribrigdið, sum á enskum verður kallað the delve effect. Granskarar hava lagt til merkis, at orð sum delve, underscore, align og realm eru vorðin nógv vanligari í enskum tekstum, eftir at stórar vitlíkisskipanir sóu dagsins ljós [4]. Hetta bendir á, at málmyndlar hava lyndi til at ovnýta ávís orð, sum teir hava lært at vera hóskandi. Tað er sostatt ikki menniskjalig skapandi málkensla, sum stýrir orðavalinum, men hagfrøðilig sannlíkindi og fínstilling. Men úrslitið er, at menniskjuni brádliga eisini fara at ovnýta hesi orð. 

MÁLLÍKI ER IKKI MÁLSLIGUR MYNDUGLEIKI

Sostatt ávirkar mállíki málnýtsluna hjá menniskjum. Fyri eitt lítið mál sum føroyskt er hetta ein serliga viðkvom gongd. Tá ið eitt mál hevur fáar talarar og avmarkaða nøgd av skrivligum tilfari, kann einsháttað mállíki skjótt fáa óvanliga stóra ávirkan á menniskjans málkenslu og málnýtslu. Tá nógv av tí skrivaða tilfarinum verður framleitt av málmyndlum, er vandi fyri, at fjølbroytnið viknar, og at málið smátt um smátt gerst meira einsháttað.

Vit eiga at minnast, at hóast vitlíki bergtekur okkum, og mállíki ljóðar væl og situr rætt, so er tað ikki ein málsligur myndugleiki. Málið er sprottið úr okkum menniskjum, og tað eru vit, sum eiga bestu førleikar at nýta tað: at velja orð, teknseting og huglag við bæði tilviti og tilvild - so tað framhaldandi mennist og myndar verð okkara.  

Iben Nyholm Debess

 

Tilvísingar:

1: Martínez, G., Hernández, J. A., Conde, J., Reviriego, P., & Merino, E. (2024). Beware of words: Evaluating the lexical diversity of conversational LLMs using ChatGPT as case study. ACM Transactions on Intelligent Systems and Technology. https://doi.org/10.1145/3696459 

2: Xiao, B., Duan, X., Haslett, D. A., & Cai, Z. (2025). Human-likeness of LLMs in the mental lexicon. In G. Boleda & M. Roth (Eds.), Proceedings of the 29th Conference on Computational Natural Language Learning (pp. 586–601). Association for Computational Linguistics. https://doi.org/10.18653/v1/2025.conll-1.38 

3: Guo, Y., Shang, G., & Clavel, C. (2025). Benchmarking linguistic diversity of large language models. Transactions of the Association for Computational Linguistics, 13, 1507–1526. https://doi.org/10.1162/tacl.a.47 

4: Juzek, T. S., & Ward, Z. B. (2025). Why does ChatGPT “delve” so much? Exploring the sources of lexical overrepresentation in large language models. In O. Rambow, L. Wanner, M. Apidianaki, H. Al-Khalifa, B. Di Eugenio, & S. Schockaert (Eds.), Proceedings of the 31st International Conference on Computational Linguistics (pp. 6397–6411). Association for Computational Linguistics. https://aclanthology.org/2025.coling-main.426/